UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
10-02-2017

Bartal Poulsen skaraði framúr

Í gjár kundu vit lesa um róðrarúrmælingin Jannik Kambskarð Sørensen, ið hevði vunnið bronsu við DM í innandurðarógving. Hin 6. februar bar til at lesa á in.fo, at ein ungur føroyingur var kosin besti spælari í kappingini Reykjavík International Games í badminton.

Tað snýr seg um unga vestmenningin Bartal Poulsen, sum umboðar VÍF, ið samstundis vann gull í U19-kappingini, silvur í tvímansleiki saman við Rana í Bø úr KBF og omaná tað heila, enn eitt gullmerki – hesuferð í blandaðum tvímansleiki saman við Emelie Norberg úr VÍF. At evnini hjá Bartali eru heilt serlig, má lítil ivi vera um, tí fyri fyrstu ferð fekk ein føroyingur, Bartal, heiðurin sum besti spælari í kappingini. Virðislønahandanini stóð eingin mætari enn íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, fyri á galla-døgurða í Laugardagshøllini.

Bartal hevur røtur á Tvøroyri, tí mamma hansara, Sóleyð Poulsen, er av Tvøroyri. Hon er dóttir Vilborg og Mikkjal Michelsen sálu, og sostatt systir borgarstjóran á Tvøroyri, Kristin Michelsen. Sóley flutti av Tvøroyri til Vestmannar fyri uml. 30 árum síðan, men seinastu árini hava hon og familjan búð í Danmark. Bartal var fyri stuttum síðan á Tvøroyri á jarðarferðini hjá ommuni, Vilborg. Bartal er yngstur av trimum systkjum.

Tvøroyrar Kommuna vil við hesum ynskja Bartali og familju, hjartaliga til lukku við flotta avrikinum, við bestu ynskjum fyri framtíðina.

Sí grein á in.fo um kappingina http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/bartal-best-i-reykjavik-international-games/






Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo