Í ár verður tað dótturskipið hjá Tvøroyrar Kommunu, HDMS Vædderen, ið leggur skip til. Eftir ætlan verður lagt at Tvørákei leygardagin 25. Februar. Tunnuslátturin verður sunnudagin 26. Februar frá kl. 14:00 til uml. Kl. 16:00 og øll eru hjartaliga vælkomin umborð. Heitt verður á fólk um at fylgja væl við tíðindaflutninginum hjá kommununi, tí broytingar kunnu koma fyri. Eisini vilja vit vísa á, at tunnuslátturin oftast gongur fyri seg úti og at tað tí kann vera ein fyrimunur at lata seg heitt í.
HDMS Vædderen hoyrir til sokallaða Thetis-bólkin av hav-vaktarskipum hjá Kongaligu Donsku Sjóverjuni. Vædderen heldur mest til í sjóøkinum kring Føroyar og Grønland og fór av bakkastokki á Karstensen Shipyard í Skagen, hin 22. Mars 1990. Skipið er 112,5 metrar til longdar, 14,5 metrar breitt og stingur 6 metrar. Umborð hevur skipið eina MH-60R Seahawk tyrlu, ið skipið fekk í 2016.
Meir kann lesast um skipið á og til ber at síggja tá nýggja tyrlan setti seg fyri fyrstu ferð her:
Vit ynskja HDMS vædderen hjartaliga vælkomin og vóna at síggja nógv børn umborð.