UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-02-2017

Spennandi flogbóltsvikuskifti fyri framman

Hóast heldur illsligt uttanfyri í dag, so hava vit nógv at gleðast um á Tvøroyri, ikki minst tá tað kemur til ítróttin. TB-flogbóltur er nevniliga bæði umboðað í steypafinaluni í bestu kvinnudeildini og hjá gentum 16 ár. Eitt megnar avrik.

Í stuttari samrøðu við forkvinnuna í TB-flogbólti, sigur forkvinnan, Kristin Magnussen, at øll eru sera uppsett til stóru finaludagarnir í morgin og sunnudagin. Fyrst í eldin eru kvinnurnar í morgin, síðan genturnar sunnudagin.

Í dag komu tíðindini út, um at Smyril ikki sigldi kvøldartúrin í kvøld, vegna veður. Kristin sigur, at kvinnurnar fóru norður nú kl. 15:30. Hon heldur ikki at tað fer at hava stórvegis ávirkan á luttøkuna av áskoðarum herfrá, tí restin kemur í morgin, tá hann lovar betri veður.

Leikandi venjari er, sum ikki einaferð, krútsterka Gudrid Nolsøe, ið hevur staðið í mangari finalu. Harafturat er Daris komin allan vegin úr Italiu at hjálpa til og saman hava tey fingið nógv burturúr, sigur Kristin.

Forkvinnan sigur, at ein góðan dag metir hon so avgjørt at TB kann sigra. Er talan um ein keðiligan dag, so kann kanska alt henda. Hetta verður 7. Ferðin síðan 2002 at besta kvinnuliðið er í finaluni – 4 ferðir áður, eru TB-kvinnurnar komnar suður við gullinum.

Kristin sigur, at liðið er væl mannað til finaluna. Evnaríka Femja Mortensen er eisini komin heim úr Danmark til dystin. Ætlanin var at stjørnuskotið Julia Mortensen skuldi fylgja henni heim, men hetta bar tíverri ikki á mál. Annars eru bæði kvinnur og gentur øgiliga uppsettar til dystin.

Tað er ikki sørt vit eru stólt av kvinnunum og gentunum, sigur kristin. Hon vónar at tvørafólk og suðuroyingar sum heild, bæði sunnan- og norðanfjørðs, fara at møta upp og stuðla liðunum. TB-flogbóltur hevur veruliga spent seg út og bjóðar til andlitsmáling bæði umborð á Smyrli á veg norður og í Høllini á Hálsi. Frá kl. 12:00 ber eisini til at fáa ábit – hjálpsomu fólkini kring felagið, hava nevniliga smyrjibreyð við til fjeppararnir.

Kristin endar við at ynskja liðunum báðum góða eydnu í morgin og sunnudagin. Hon er enntá so djørv at tora at tippa ein 3-1 sigur til TB.

Tvøroyrar Kommuna vónar at hon fær rætt í síni forsøgn og ynskja annars liðunum báðum bestu eydnu. Tit eru sanniliva virðilig umboð fyri ítróttin á Tvøroyri og, eins og forkvinnan, so eru vit sera stolt av tykkum.

Kvinnurnar leika leygardagin kl. 13:00

Gentur 16 leika sunnudagin kl. 15:30




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo