28-02-2017
Tunnusláttur í fagrasta veðri
Fyrradagin var árligi tunnuslátturin hjá donsku sjóverjuni, á Tvøroyri. Morgunin sá einki serligur út, vátt og illsligt var, men seinnapartin vísti veðrið seg frá fagrastu síðu. Sólin skein oman og niðan og tað var púra stilt.
Vónirnar fyri einari góðari uppmøting vóru tí til staðar og tað vísti seg so eisini, at sera nógv fólk tóku av forkunnuga møguleikanum. Sjáldsama nógv børn og foreldur møttu upp og vit fingu ein framúr góðan dag.
Í hangarinum var dekkað upp við bollum, ka...kao og saft. Tá børnini komu umborð, fingu tey eisini hvør sín slikkposa. Manningin gongur høgt upp í vitjanina og tað var stuttligt at síggja hvussu gott børnin vórðu móttikin. Lítið er at ivast í, at mong av manningini sakna síni egnu heima og tí veruliga njóta at fáa vitjan.
Vit tóku nakrar myndir av degnum og vilja annars hjartaliga takka manningini á HDMS Vædderen fyri at halda hesa siðvenju við líka, ið siðvenja, ið nú hevur yvir seksti ár á baki.