23-03-2017
Visit Suðuroy á Tvøroyri óvanliga nógvar bíleggingar
Ferðavinnuárið 2017 er á gáttini og fyrireikingarnar hjá Visit Suðuroy á Tvøroyri ganga væl. Póla Strøm, leiðari, sigur at ongantíð hava verið so nógvar túrabíleggingar, so tíðliga á árinum. “vit hava longu nú, mars mánaði er ikki liðugur enn, fingið eins nógvar túrabíleggingar, ið vit plaga at fáa eitt heilt ár”.
Póla sigur, at bíleggingarnar koma í høvuðsheitinum gjøgnum Green Gate Incoming í Tórshavn, ið Visit Suðuroy á Tvøroyri hevur eitt sera gott samstarv við. “Vit hava fingið bíleggingar úr Hollandi, USA, Sveis, Belgia, Kanada, Eysturríki, Skotlandi og norðurlondum.
Túrarnir eru ymiskir og talan er bæði um pør og ferðaløg, ið krevja bussflutning. Túrarnir eru kring oynna, náttúrutúrar, jarðfrøðistúrar og eitt nú vitjanir í kolanáminum í Hvalba. Fyrsti bílagdi túrurin er ein rundferð í oynni við amerikumonnum, ið koma at vitja 14. Mei.
Póla fegnast, sum vera man, um veksandi áhugan. “Vit eru til reiðar at taka ímóti teimum ferðandi og vit royna alla tíðina at víðka um túratilboð okkara”.
Nevnast kann, at í komandi viku verður fundur við tey her á staðnum, ið hava ferðaleiðaraskeið. Ætlanin er, at umrøða ymiskt saman við teimum í samband við ferðavinnuna í ár og komandi ár – eitt nú eru vit í ferð við at gera fleiri kunningarfaldarir um lokal útferðarmál.
Visit Suðuroy á Tvøroyri heldur til í hølunum hjá Tvøroyrar Kommunu á Tvørávegi 37 og til ber at fáa fatur á stovninum á tlf. 611080 ella á telduposti info@tvoroyri.fo.