Desember mánaði í fjør var á tremur við spennandi, mentanarligum tiltøkum. Eitt nú høvdu vit fyrilestur um undangongumannin Thomas F. Thomsen, á Seglloftinum og í Naddoddaneystinum hugleiddi Hanus Kamban um Rasmus Effersøe.
Í januar í ár var handanin av Mentanarvirðisløn landsins og skipað var fyri sera væl umtóktum “Vetrarkvøldi á Seglloftinum í februar. Í Mars høvdu vit vitjan av HDMS Vædderen, ið bjóðaði børnunum umborð til tunnusláttur. Farna vikuskifti var “Earth Hour”. Hóast veðrið var sera keðiligt, so vóru nøkur fólk komin saman til gongutúr við Jákupi Jensen, ið greiddi frá á túrinum.
Vit hava fleiri tiltøk á skránni í ár og hóast nøkur ikki eru liðugt viðgjørd, so hava vit gjørt av at leggja ein kalendara út fyri árið, so fólk vita hvat tey kunnu vænta. Okkurt fer uttan iva at broytast og okkurt fer at koma afturat, men fyribils sær kalendarin soleiðis út. Tað er okkara vón, at fólk taka væl ímóti tiltøkunum og at tey verða væl vitjaði.