UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
04-04-2017

Bygginevndin til útbygging av barnagarðinum er farin til verka

Tvøroyrar Kommuna er farin undir at fyrireika útbygging av barnagarðinum í Trongisvági.
Í hesum sambandi er niðursett eina bygginevnd, ið hevur 8 limir, og hon hevur 29. mars havt sín fyrsta fund.
Umframt umboð fyri umsitingina og býráðið, eru eisini umboð fyri barnagarðin, dagrøktina og foreldrabólkin við í bygginevndini.

Kommunan hevur fingið skitsusuppskot frá Brim Akitektum, og bygginevndin hevur gjørt av, at arbeiða víðari, við støðu í tí uppskotinum.

Verkætlanin er enn á byrjanarstigi, men pengar eru settir av til prosjektering í 2017.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo