Fyri at fáa eina realistiska meting av akustikkinum í SALT verður ”stórhappening” á Drelnesi mánadagin 8. mai 2017. Symfoniorkestrið, Tvøroyrar Hornorkestur og Asyllex og Pól Arni úr Hamradun eru partur av ljóðtestini.
Sostatt seta vit bæði tann symfoniska klangin og rokk klangin (Thrash Metal) uppá prøva.
...Ljóðverkfrøðingar máta ljóðið upp saman við ljóðserfrøðingum.
Tað er av týdningi, at ljóðviðurskiftini í SALT henda dagin er so ”ektað” sum gjørligt og at áhoyrarar eru til staðar.
Samskipað er við allar skúlarnar í Suðuroy um at møta og øll tey, sum eru undir Bú- og heimatæastuni ,hava fingið boð um, at tey eru væl komin í SALT henda dagin, at fáa eina øðrvísi uppliving.
Hervið verður boðað frá, at øll eru vælkomin.
Talan er ikki beinleiðis um eina konsert, men meira um eina tónleikauppliving av ymiskum slagi fyri at vísa tykkum, hvussu vit arbeiða við ljóði, so at tað verður so gott sum gjørligt.
Vit bjóða kaffi og te.
Okkurt leskiligt verður til børnini, sum MBM, Meginfelag Búnaðarmanna, stuðlar.
Dagurin byrjar í SALT kl. 11.15
Vegna saltsilogrunnin
Ólavur Rasmussen
(Mynd: faroephoto.com)