UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
22-05-2017

Krambatangatúrur í dýrdarveðri

 

Í gjár fór túrurin á Krambatanga av bakkastokki. Upprunaliga var ætlanin at túrurin skuldi verið leygardagin 20 mai, men av tí at veðrið bleiv so keðiligt, so valdu vit at útseta til sunnudagin 21. Mai. Hetta skuldi vísa seg at  vera ein góð avgerð, tí veðrið var av tí allar besta.

Ilt var at meta um hvussu nógv fólk fóru at koma, men undirtøkan var heilt einastandandi góð. Gott og væl 60 fólk møttu upp, so bæði Bent og Pól Arni, ið vóru ferðaleiðarir, máttu rópa hart og týðiligt fyri at fólk skuldu hoyra teir. Hesum leiklutinum komu teir sera væl frá.

Bjarni Nygaard, trivnaðarfólk hjá Tvøroyrar Kommunu og fyrireikari av túrinum, bjóðaði vælkomin vegna Tvøroyrar Kommunu og gav síðan orðið til Bent Albinus. Við Bent vitjaðu vit gamla kirkjugarðin í Líðini, har næstan 1200 fólk liggja grivin og so vitjaðu vit eisini uttanfyri gamla skúlan, ella “Universitetið í Líðini”, sum Bent skemtiliga helt fyri.

Leiðin gekk síðan oman á Krambatanga, og her tosa vit um tann “veruliga” Krambatangan og ikki tann, ið Smyril leggur at við í dag. Pól Arni Holm greiddi hegnisliga frá um Hanseatarnir, ið stovnaðu handil har í 1656.

Bent kom inn á, at ymiskir lutir eru funnir, m.a. ein Kristus-figurur dateraður til 16-hundrað talið og at ein stórur, mílliónadýrur fornfrøðisligur útgrevstur fer at verða framdur í september í ár.

Hugaligt var, at í áhoyrarafjøldini vóru nøkur, ið tímdu at koma við viðmerkingum til tað, ið greitt var frá. Frásøgumenninir dugdu sera væl at greiða frá og at gera tað stuttligt hjá áhoyrarunum.

Tiltakið endaði í Ólastovu, har myndir vórðu sýndar fram av Krambatanga sum hann sá út fyrr og so myndir av teimum lutunum, ið eru funnir á staðnum.

Anna frá Café MorMor var komin við lekrari, væl smakkandi tomatsuppu og heimagjørdum breyði og Føroya Bjór hevði stuðlað tiltakinum við vatni.

Ein sera góður dagur fyri áhoyrararnir og fyri fyriskipararnir. Ein so góð undirtøka gev íblástur til at halda fram við at skapa tiltøk, ið borgararnir hava gleði av.

Ein tøkk skal ljóða til Bent og Pól Arna, fyri framúr frásøgur, til Annu Mortensen fyri væl smakkandi suppu, til Føroya Bjór fyri vatn, til fólkini handan Ólastovu, fyri hølið og ikki minst til Marjun Olsen og Anitu Farstad, ið sjálvbodnar hjálptu til, tá tað vísti seg at mannamúgvan var so stór at borðreiða fyri, at spurningurin var um suppan kólnaði áðrenn vit náddu at geva øllum.

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo