Tórsdagin 8. juni frættist at nýggjur handil/kafé lat upp í miðbýnum, har glasstovan var fyrr. Tvøroyrar Kommuna fór framvið og heilsaðu uppá fólkini handan handilin.
“Næstin” stendur við stórum, á skeltinum yvir inngongdini. Bjørg av Rana, ljósmóður, stendur saman við Elin Enni og Karolinu Enni fyri handlinum og er endamálið at veita stuðul til NLAI, ið er ein felagsskapu, ið hjálpur og útbúgvir fátøkum, børnum, ungum og kvinnum í Nakuru landspartinum í Kenya.
Henda vakra og sólríka tórsdagin sita vit á hugnaligu terrassuni uttanfyri handilin og njóta ein kopp av kaffi. Bjørg og Karolina siga, at sum er, so verður talan um skiftandi upplatingartíðir, tí alt er bygt á sjálvboðið arbeiði. Handilin selur brúksting, ymiskar vørur úr Kenya, bøkur v. andaligum innihaldi og annars kaffi, te, køkur og ís.
Inni í handlinum hanga eisini føroysk klæðir til børn. Spurd um hetta er til sølu, sigur Bjørg “ja, tað er Elin Enni, ið hevur seymað klæðini og hon tekur fegin móti bíleggingum”. Snotiligt sær tað út, eingin ivi um tað.
Handilin hevur verið aðrastaðni í býarmyndini áður, hóast í øðrum skapi og Bjørg sigur, at hetta kemst av, at alt skal ganga upp í eina hægri eind, tá tað kemur til útreiðslur og inntøkur – “okkurt skal helst loypa av til Kenya” sigur Bjørg. Hon sigur eisini at fyrsta vitjanin í handlinum var úr Sveis og tann næsta úr Havn. Ætlanin er eisini at borðreiða við ymiskum mati í framtíðini, so tað er bara at fylgja væl við.
Longu leygardagin eftir samrøðuna, var ætlanin at Næstin skuldi bjóða brunch og var tað ætlanin hjá okkum í kommununi at fortelja um hetta, men sum kunnugt, so var býurin fyri ógvusligari hending á havnarlagnum fríggjadagin og bleiv hetta tí av ongum.
Fyrstu gestirnir hjá Bjørg, úr Sveis, vóru framvegis á staðnum. Robert úr Zurich og Uwe úr Basel, sótu og fingu sær ein kaffimunn og nutu góða veðrið. Uwe arbeiðir innanfyri KT og Robert arbeiðir innanfyri marketing hjá FIFA. Teir eru og ferðast og hava verið runt ymsastaðni í Føroyum. Teir fóru til Havnar til landsdyst seinni og skuldu eftir ætlan fara av landinum aftur sunnudagin. Teir lótu ótrúliga væl at landinum og kendu seg hepnar at uppliva tílíkt veður. Teir høvdu vitjað í stórt sæð øllum norðurlondum, men Føroyar vóru eftir. Tá so ein føroyingur teir kendu viðmældi landið, so tóku teir av.
Vit høvdu eina góða løtu í hugnaligu kaféini í miðbýnum, og hóast brunch ikki bleiv til nakað, so eru tær herjaðar á aftur. Í gjár var opið frá 13:00-18:00, har ymiskt leskiligt fekst til matna(sí mynd).
Vit ynskja Bjørg og teimum handan “Næstin”, bestu eydnu við handlinum og viðmæla samstundis fólki at vitja hugnaliga handilin.