UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
14-09-2017

Vitjan í Tvøroyrar Skúla

Í dag vitjaði Tvøroyrar Kommuna aftur í Tvøroyrar Skúla. Tað er altíð gevandi at vitja skúlan, tí har hendir sera nógv og ein kennir at næmingunum dámar væl umhvørvið og tað, at okkurt altíð hendir í skúlanum.

Hesa vikuna fór enn ein spennandi verkætlan av bakkastokki. Á odda fyri verkætlanini stendur Vivian Sjóðklett – verkætlanin er norðurlendsk og er eitt samstarv millum Føroyar, Danmark. Grønland, Svøríki og Estland. Heitið er “Wisdom from the roots” og kemur úr norrønu gudalæruni, nærri tilskilað lívstræðnum Yggdrasil og tess røtur, ið endaðu í trimum ymiskum heimum.

Framhaldsdeildin, tað er 8.-10. Flokk, luttók og hava gott 60 næmingar arbeitt við ymiskum, ið Vivian hevur sett tey til. Til dømis hava tey skrivað hvør sína søgu, ið tey so seinni hava lisið upp fyri hinum – hesar søgur skuldu ímynda dreymarnir hjá teimum ungu. Tey hava eisini gjørt maskur og so hava tey málað, har evnini vóru “lív, deyði, samleiki og dreymar”.

Verkætlanin gongur fyri seg á Tvøroyri, í Eystur Kommunu og í Tórshavnar Kommunu. Spurd um hvussu tað bar til at Tvøroyrar Skúli var við í verkætlanini, so segði Vivian, at hon beinanvegin møtti vælvild frá skúlastjóranum, Finn Thomsen og at tað tí var skjótt at fara undir. Tvøroyrar Kommuna hevur eisini stuðlað verkætlanini fíggjarliga.

Vivian segði eisini, at í hennara hugaheimi helt hon alla tíðina, at Suðuroyggin skuldi vera við. Tey hava arbeitt við verkætlanini burturav alla hesa vikuna og móttøkan hevur verið sera góð. Næmingarnir hava verið glaðir og arbeiðssamir og Vivian er sera væl nøgd. “Hetta er róligasti skúli eg havi verið á”, segði Vivian. Hon sigur at hon hevur altíð hoyrt at suðuroyingar hava so “heitt blóð”, men tað heldur hon vera eina skrønu. Gaman í, fólk siga sína meining, men so fara tey í gongd og avrika.

Spennandi verkætlanin endar við einari framførslu í SALT hin 9. November, har sjónleikur, tónleikur o.a.t. er á skránni. Tey innbodnu sleppa at uppliva tað, ið næmingarnir hava arbeitt við og luttøka verður eisini av professionellum dansarum, listarfólkum og sjónleikarum.

“Finalan”, við luttøku úr Tórshavnar- og Eystur Kommunu, verður í Norðurlandahúsinum tann 14. november og verður tað eitt alment tiltak.

Tvøroyrar Kommuna sigur takk fyri vitjanina og ynskir næmingum, lærarum og verkætlanarleiðara bestu eydnu við komandi sýningunum.

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo