Seinastu dagarnir hava fólk varnast stóru broytina, ið hevur grivið á økinum við Smærugøtu 10 í Trongisvági, skamt frá barnagarðinum Myrifípan og Ítróttarhøllini í Trongisvági.
Tað er fyritøkan E-grevstur, ið hevur staðið fyri arbeiðinum at gera nýtt parkeringsøki, í samband við at barnagarðurin verður útbygdur. Nú tá útgrevsturin til sjálvan barnagarðin fer í gongd, verður núverandi parkeringsøkið hjá barnagarðinum alt eitt arbeiðsøki.
Tí verður byrjað við at gera nøktandi parkeringsøki til tey, ið hava børn á stovnunum. Ein gøta verður gjørd framvið vegnum og samstundis verður hegn sett upp út móti smærugøtu, so fólk trygt kunnu avlevera børnini á stovn.
Á myndunum síggja vit hvussu langt arbeiðið er komið. Parkeringsøkið er annars alment og ikki einans ætlað barnagarðinum. Vaksandi virksemið í Trongisvági, har skúli, barnagarður og fótbóltsvøllur øll liggja, førir við sær øktan tørv á parkeringsplássum og vónandi fer hetta at hjálpa.
Í næstum verða parkeringsbásar eisini uppteknaðir longur úti á Smærugøtu, á økinum niðan móti Ítróttarhøllini.