UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
07-02-2018

Tunnusláttur við donsku sjóverjuni sunnudagin

Árliga, afturvendandi tiltakið, ið børnunum dámar so sera væl, verður nú sunnudagin 11. februar kl. 14:00.

Tað er sjálvandi tunnuslátturin, ið danska sjóverjan skipar fyri, ið vit tosa um. Hesaferð er tað manningin á spildurnýggja skipinum Lauge Koch, ið stendur fyri tiltakinum.

Lauge Koch varð sjósett í 2016 og meira kann lesast um skipið her https://da.wikipedia.org/wiki/Knud_Rasmussen-klassen

Manningin gleðir seg til at fáa vitjan av børnunum og at síggja hvussu flott, grýluklødd tey eru. Vit heita á fólk um at kanna veðurvánirnar og at lata børnini væl í – tað kann gerast kalt á dekkinum.

Tvøroyrar Kommuna er donsku sjóverjuni sera takksom fyri, at hon er við til at gera føstulávint til nakað heilt serligt hjá okkara børnum og vónað verður, at tiltakið verður eins væl vitjað sum undanfarin ár.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo