UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
15-02-2018

Gullfræið í SALT

Næsta vikuskifti verður rimmar tiltak á Drelnesi. Saltsiloin, ið var eitt frambrot innan íverksetan í sínari tíð, verður nú aftur karmur um nakað, ið kanska seinni kann verða byrjunarskotið til nakað stórt.

Fríggjadagin hin 23. Februar fara skúlanæmingar at kappast í íverksetan. Tað er Íverksetarahúsið, ið skipar fyri, og Bjartur Nolsøe, stjóri, sigur at tey eru sera spent uppá at koma suður.

Bjartur sigur, at tá tað vísti seg at Norðurlandahúsið ikki var tøkt, kom nýggja saltsiloin skjótt upp at venda sum eitt gott alternativ. Nú Suðuroyggin eisini eru umboðað, so var upplagt at fara suður. Í Íverksetarahúsinum var breið semja um, at hetta var eitt gott hugskot og seinni hevur tað víst seg, at eisini næmingar og lærarar norðanfjørðs taka sera væl undir við hesum.

Nevnast kann, at Kunningarstovan hevur útvegað innivist til 80 næmingar og lærarar, náttina til fríggjadag.

Í morgin vitja vit Tvøroyrar Skúla, ið er umboðaður til ársins kapping. Vit fara at forvitnast um, hvat næmingarnir takast við og seta teimum og læraranum onkrar spurningar.

Tey, ið ynskja at vita meiri um tiltakið, kunnu fara inn á heimasíðuna hjá Íverksetarahúsinum og lesa um spennandi dagin. Sí leinkju her http://www.iverksetan.fo/kappingin-um-gullfraeid-i-salt/




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo