UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
27-02-2018

Klaksvíkingar vunnu Skúla-FM

Sum vit hava skrivað um síðstu viku, so fór Skúla-FM av bakkastokki í fríggjadagin og sigast skal, at hetta var eitt sera væl fyriskipað og forkunnugt tiltak.

7 skúlaflokkar úr øllum landinum luttóku og endin varð, at klaksvíkingar fóru við fyrstaplássinum, í harðari kapping við vestmenningar og tvøráfólk.

Dagurin byrjaði við at Bjartur Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, bjóðaði vælkomin. Rigmor Dam, mentamálaráðharri, tók síðan orðið. Rigmor rósti uppsetingini og nevndi, at betri karmar kundu nærum ikki finnast til tílíkt tiltak. Hon umrøddi hvussu týdningarmikið tað var at lofta teimum góðu hugskotunum, ið komu og at vit hava stóran tørv á teimum ungu og førleikum teirra.

Fyrst á pallin, av teimum ungu, var bólkurin Slip-Grip úr skúlanum av Skúlatrøð í Klaksvík. Genturnar høvdu ment eitt hjálpiamboð, til at halda skeiðum. Mag-Spot, ið er sprottin úr 8 flokki í Skúlanum á Fløtum í Havn, kom teimum aftaná við teirra áhugaverda hugskoti um tráðleysar løðistøðir til el-bilar. Triðir á palli vóru ungu dreingirnir úr “Hav”, ið høvdu framleitt salt úr føroyska havinum, ætlað ferðafólki og matstovum. Hesin bólkur var úr Vestmanna.

Síðan kom túrurin til “Plastik Fantastik” av Tvøroyri. Tær tríggjar genturnar, ið vit áður hava umrøtt her á síðuni, høvdu eina frálíka framløgu um, hvussu tær ætlaðu at endurnýta tað plastikkið, ið fólk annars blaka burtur. Safety Tracker, úr skúlanum av Fløtum, kom síðan við teirra sera spennandi hugskoti, um eitt armband við innbygdum gps-ara, ið ætlanin er, skal kunna nýtast til dement fólk. Á hendan hátt slepst undan, at ansingarfólkini ikki finna tey, skuldu tey verið so óheppin at blíva burtur.

Nám X stillaði upp við bólkinum Evergreen, ið vildi endurnýta avfall frá aliringunum, til at tøða í dyrkanini av føroyskum, vistfrøðisligum grønmeti. Seinast á pallinum var Skúlin við Løgmannabreyt, við bólkinum Water-Energy, ið vildu brúka sjóvarfalsorku til orkutørvin í føroyskum húsarhaldum.

Beint áðrenn avdúkað var hvør vann, helt Kristin Michelsen, borgarstjóri, eina røðu vegna Tvøroyrar Kommunu.

Teir fýra dómararnir, ið komu frá Mentamálaráðnum, Betri, Íverksetarahúsinum og Føroya Tele, komu síðan á pallin og avdúkaðu vinnararnir. Sum kunnugt vann Slip-Grip, Hav varð nr 2 og Plastik Fantastik nr 3. Ein tónleikabólkur, við evnaríku ungdómi úr Skúlanum á Fløtum í Havn, framførdi eisini á degnum.

Bjartur Nolsøe takkaði síðan øllum fyri ein góðan dag og takkaði Tvøroyrar Kommunu fyri tann stóra stuðul hon hevur veitt tiltakinum.

Tvøroyrar Kommuna takkar somuleiðis Íverksetarahúsinum fyri eitt gott tiltak og fyri at hava valt Tvøroyri sum karm um dagin. Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku við plaseringunum  og ikki minst ynskja vit okkara lokalu luttakarum hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo