UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
02-05-2018

Fyrilestur og plantingardagur í Trongisvági

Eftir øgiliga regnið í gjár, er at gleðast yvir frálíka veðrið í dag. Plantingardagurin við Stórá, ið átti at veri í gjár, varð skotin í gongd við morgunmati í morgun kl. 09:30.

Fitt av fólki var møtt upp og tá vit vitjaðu økið á middagsleiti, var tað ein væl nøgdur fyriskipari úr teknisku deild hjá Tvøroyrar Kommunu, Lasse Jensen, ið vit fingu orð á. Lasse segði, at plantingin hevði gingið sera væl og hann nevndi eisini, at børnini, ið vóru við, vóru sera røsk og ágrýtin. Okkurt um 300 trø verða sett niður í dag – sum nakað nýtt, verður nú nýtt eitt serligt plantingaramboð(sí mynd) og hevur hetta verið ein stór hjálp. Á middegi var suppa á skránni í Ítróttardeplinum við Stórá, áðrenn farið var í gongd við plantingini aftur.

Í hølunum hjá útibarnagarðinum vóru eini 50-60 børn savnaði til fyrilestur. Elsa Berg úr umhvørvisfelagsskapinum Ringrás, ið eisini var við til at rudda Trongisvágsbotn í fjørð, var komin suður at fortelja børnunum um plastdálking í náttúruni. Hesum kom Elsa sera væl frá – á einum sera barnavinarligum støði, varð sagt frá hvørji skaðilig árin plast hevur á náttúru og djóralív. Børnini fylgdu væl við og høvdu eina ørgrynnu av spurningum og søgum.

Nú seinnapartin hava somu børn plantað runnar fram við vegnum, har dagstovnarnir eru og endar dagurin við foreldrakaffi. Ein góður og gevandi dagur fyri børnini.

Tvøroyrar Kommuna takkar Ringrás fyri at koma suður og halda fyrilestur fyri børnunum og somuleiðis takka vit øllum teimum, ið møttu upp við Stórá í dag, fyri at planta trø.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo