UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
18-07-2018

Átak móti skøruni

Í inniverandi viku hava arbeiðsmenninir hjá Tvøroyrar Kommunu saman við royndum gartnara miðvíst arbeitt við at burturbeina skøruna. Skøran (Alchemilla mollis)  er ein ókrútsplanta, ið hevur spjatt seg kring tað mesta av landinum og sum tíverri eisini ger um seg her á staðnum. Dentur hevur verið lagdur á tey kommunalu økini , men fleiri privatfólk hava vent sær til kommununa.  Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi átak uml. mai og uml. august.

Eitt nú Klaksvíkar Kommuna hevur royndir við at basa skøruni og á heimasíðu teirra kunnu vit m.a. lesa um, hvussu plantan skal burturbeinast: “skøran verður tikin upp við rót - um hetta ikki letur seg gera, verður hon skorin av niðri við rótina, koyrd í posar og burturbeind.
Skøran nørist skjótt og flytur seg um mørk, tí er tað eisini neyðugt at fara útum egið stykkið at skera ella klippa og royna at fáa alla skøruna burturbeinda, um tað er neyðugt.
Burturkastið verður borið út í Endurnýtsluna hjá kommununi. IRF brennir burturkastið, soleiðis at avskorna skøran ikki ger skaða aftur. Við at taka blomstrini og burturbeina tey, so eru ongin fræ at nøra seg, og um vit áhaldandi taka plantuna , so fær rótin ikki føði og doyr.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo