UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
19-07-2018

Søvnini og gongutúrur á mentanarnáttini

Á Tvøroyri eru vit so heppin at hava heili trý søvn, ið hvørt er við til at geva sítt íkast til varðveita ríku søguna hjá Tvøroyri og bygdunum kring fjørðin. Vit hava Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn á Doktaragøtu 5, við tilhoyrandi Gestastovuni á Havnarlagnum 50. Vit hava nýggja savnið, Pakkhús 5 á Havnarlagnum 46 og vit hava skjalasavnið, ið hevur fyrilestur í skrivstovubygninginum hjá Varðanum Pelagic.

Nevnast kann eisini Tarvafjósið hjá Lions Club Suðuroy. Hóast bygningurin ikki er ætlaður sum eitt savn, so er bygningurin sera forvitnisligur og fer Lions Club Suðuroy eisini at hava eitt tiltak á mentanarnáttini. Bygningurin er á Hamri, beint við minnissteinin fyri Pól F. Joensen.

Nevnast má eisini søguliga skipið M/S Thorshavn, ið eisini er ein partur av skránni. Meira um hetta í grein um tónleikatiltøk á mentanarnáttini.

Kl. 16:00 letur Pakkhús 5 upp og longu kl. 16:30 verður áhugaverdur fyrilestur, ið hevur fingið heitið “Tvøroyri og heimsins besti klippfiskur”. Helgi Jacobsen, rithøvundur, stendur fyri fyrilestrinum. Í kjallaranum er nýggj framsýning og ølstova er eisini, har til ber at keypa sær sluppøl, við ymiskum Thomsen-sluppum á etikettini. Pakkhús 5 rundar av kl. 20:00 við dugnaliga djasstónleikaranum Christian Herluf Pedersen, ið fer at spæla saxofon. Eitt sera forkunnugt tiltak á einum nýggjum og spennandi savni.

Kl. 17:00 letur snotiliga Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn upp. Jens Arni Hammerfoss Leo hevur veruliga spent seg út, fyri at gera savnið enn meira áhugavert at vitja, enn tað var frammanundan. Tað er vorðið meira “opið” inni og nýggjar, áhugaverdar myndatalvur er gjørdar og hongdar upp. Í kjallaranum er eisini framsýning, ið er deild upp í forvitnislig evnir sum “Brumman”, “skómakarin” o.a.t.

Kl. 17:30 verður søguforteljing fyri børnum í Gestastovuni, tá Jens Arni fer at skipa fyri “Søgum úr Gestastovuni”. Sí grein um barnatiltøk á mentanarnáttini.

Kl. 17:45 koyrir bussur av havnarlagnum á Tvøroyri, ókeypis, til Tarvafjósið á Hamri.

Kl. 18:00 bjóðar Lions Club Suðuroy á gátt í nýumvælda Tarvafjósinum. Limirnir í Lions hava sjálvir staðið fyri innrættingini og er tað einastandandi at síggja, hvussu væl alt er greitt úr hondum. Til ber hjá fólki at síggja húsið og Lions Club fer at greiða frá um húsið. Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, fer at hugleiða um hargaskaldið Pól F. Joensen, ið livdi stóran part av ævi síni í grannahúsinum til Tarvafjósið og navnframi, fólkakæri Hanus G. Johansen fer at syngja nøkur løg.

Kl. 18:45 verður skipað fyri gongutúri til Froðbiar, við Jákupi Jensen sum ferðaleiðara. Byrjað verður við Tarvafjósið.

Kl. 19:30 koyrir bussur, ókeypis, úr Froðba og inn til miðbýin.

Kl. 19:00 bjóðar Tvøroyrar Skjalasavn til spennandi fyrilestur um Tvøroyrar Skjalasavn og Søgu. Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe gera eitt stórt arbeiði fyri at savna saman søguna hjá Tvøroyri og tilhoyrandi bygdum. Mong skjøl eru komin undan kavi seinastu tíðina, bæði frá privatum og frá stovnum og fyritøkum. Á fyrilestrinum koma vit at hoyra meiri um arbeiði teirra og fáa eisini nakrar góðar søgur, ið annars eru farnar í “gloymibókina”.

Kl. 20:30 bjóðar Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn teimum vitjandi til góðan tónleik, tá dugnaligu Tróndur Enni og Lív Næs koma at vitja og framføra nøkur løg.

Kl. 21:00 rundar Jens Arni sjálvur av, við fyrilestrinum “Ein lýsing av søgum kring Trongisvágsfjørð”. Gestastovan, ið eisini hoyrir til savnið, verður vitjað í endanum av fyrilestrinum.

 

 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo