Heilt fitt av tónleiki verður eisini at hoyra á mentanarnáttini, á fleiri støðum í býnum.
Millum kl. 17:00 – 18:00 fer Guðrun Sólja Jacobsen at syngja barnasangir í erva í hølunum hjá Posta, har verkstova er fyri børn. Tiltakið er ókeypis.
Uml. 18:30 spælir navnframi Hanus G. Johansen nøkur løg, uttanfyri Tarvafjósið hjá Lions Club Suðuroy, á Hamri í Froðba.
Á ferðini hjá M/S Thorshavn kl. 18:30, yvir til konsertina í SALT, spælir Hentzar Hammer á harmoniku.
Kl. 19:00 verða Summartónar í Salt. Á skránni er Yggdrasil v. Vera Kondrateva(vocal, percussion) Heðin Ziska Davidsen (guitar), Kristian Blak (piano) og Mikael Blak (bass). Kostn. 50,-
Kl. 20:00 bjóðar Pakkhús 5 til forkunnuga tónleikaløtu við djasstónleikaranum Christian Herluf Pedersen, ið spælir saksofon. Tiltakið er ókeypis.
Kl. 20:00 spælir nýklækti tvøraborgarin og blues-kongurin, Uni R. Debess live á Café Mormor. Uni greiðir eisini frá sínum tónleikalívi og alsk til blues-tónleikin.
Kl. 20:30 spæla Lív Næs og Tróndur Enni nøkur løg á Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavni.
Kl. 22:00 verður felagssangur í miðbýnum. Marner Lisberg skipar og Hentzar Hammer spælir á harmoniku.
Kl. 23:00 verður quiz í Tvøroyrar Klubba og eftir tað fer ungi, evnaríki Jónas Petersen at spæla, live.
Kl. 23:00 fer Hentzar Hammer at spæla nøkur løg á harmoniku á Gl. Kgl. Pub & Kafé, á havnarlagnum.
Tónleikur verður eisini í teltinum í miðbýnum og á økinum hjá Varðanum Pelagic. Hetta koma vit inn á, í greinum um hesi tiltøk.