UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-07-2018

Mentanartjaldið, pisufundur og matsøla á mentanarnáttini

Eins og siðvenja er, so verður eisini í ár møguleiki at vitja í teltinum í miðbýnum. Nógv er á skránni í ár og inni í teltinum ber til at fáa ymiskt til matna.

Kokkatoymi frá Varðanum Pelagic stendur til reiðar við ókeypis smakkroyndum av lambskjøti. Orathai Wongwai (Eyð) selur tailendskan mat og Kafé MorMor bjóðar okkurt lætt til matna, saman við kaffi, øl og víni. Agnes Mols Mortensen er eisini á staðnum við taraúrdráttum, vegna virki sítt Tari – Faroe Seaweed.

Av tónleiki í tjaldinum kunnu vit nevna Ludvík, Mariu og dansararnir, Lív Næs og Tróndur Enni, Hanus G. Johansen. Elin Súsanna W. Mortensen og Gudmund Mortensen, Hentzar Hammer og felagssangur. Teir báðir evnaríku Hans Hammer og Luca Radosavljevic, ið báðir hava sín uppruna í bólkinum Asyllex, koma at spæla nøkur løg – millum annað kenda lagið um Suðuroynna, ið teir framførdu í Suðuroyarkabarettini herfyri.

Lív Næs setur mentanarnáttina 2018, í tjaldinum, kl. 17:30.

Kl. 18:00 er pisufundur á økinum og kl. 18:45 verður avdúkað, hvørji tey trý eru, ið hava sent bestu uppskotini inn, til hugskotskappingina um Roykstovuna/Faktorhúsið. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, sigur nøkur orð og handar virðislønirnar.

Kl. 22:00 er felagssangur á økinum.

Nágreinilig skrá fyri tjaldið sæst annars her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=4863&id=2

Til ber annars eisini at keypa sær okkurt til matna ymsa aðrastaðni í býnum. Á hotel Tvøroyr er sjálvtøkuborð frá kl. 13:00 – 22:00. Á Gl. Kgl. Pub & Kafé, ber til at keypa sær eitt máltið og í Grillvogninum, Effo-búðiin í miðbýnum og Magn-støðini í Trongisvági, ber til at keypa fast-food.

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo