Seinnapartin týsdagin 21. august 2018 varð arbeiðstakarasáttmáli fyri timbur- stál og takarbeiðið í sambandi við bygging av nýggjum barnagarðinum í Trongisvági undirskrivaður.
Tað vóru Mortan T. Vang, stjóri í MTV Byggivirki og Kristin Michelsen, borgarstjóri, umframt Jónleyg J. Bech, kommunustjóri, sum undirskrivaðu sáttmálan.
Tilboðið fyri byggingina ljóðar á kr. 6.449.464,00 krónur og arbeiðið byrjar 3.sept.2018.
Verandi barnagarðurin var tikin í nýtslu 21. mai 1990, og tá var verandi borgarstjórin við at taka avgerðina um bygging av barnagarði. Avgerðin um víðkanina varð tikin av sitandi býráði í 2017.
Í dag er ganga 52 børn í Mýrifípuni, og tá útbyggingin er liðug er rúm fyri 52 børnum afturat.
Útibarnagarðurin verður eisini í barnagarðinum, og fer at hava rúm fyri 20-35 børnum. Hann verður í 2 hæddum.
Stórur áhugi er at sleppa í barnagarð. 26 børn eru á bíðilistanum til vøggustovu og 12 børn eru á bíðilistanum til barnagarð.