Í kjalarvørðinum av at Varðin Pelagic er farið í gongd aftur, er skipaferðslan farin at økjast á fjørðinum. Fyrradagin legði Jupiter at Tvørákei við 400 tonsum av makreli og í dag kom so Tróndur í Gøtu við øðrum 300 tonsum av makreli. Tróndur í Gøtu liggur undir liðini av Høgakletti, ið virkar sum “hotellskip” fyri starvsfólk, ið eru í ferð við at gera virkið hjá Varðanum Pelagic liðugt.
Beint aftanfyri sæst Suðringur liggja. Suðringur hevur ført manga veiðuna til lands her á staðnum, síðan hann varð bygdur í 1977. Støddarmunurin á skipunum er øgiligur, í mun til nútímans nótaskipini, men týdningurin fyri staðið er ikki minni.
Komandi mánaðirnir fara ivaleyst at bera enn størri skipaferðslu við sær og er hetta gleðiligt fyri býin og oynna sum heild.