UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
10-10-2018

Tvøroyrar Kommuna eisini við í ABC-vikuni

 

Tvøroyrar Kommuna gjørdist fyri stuttum, limur í ABC-verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum. Verkætlanin vil virka fyri, at fleiri fólk fáa góða, sálarliga heilsu. ABC stendur fyri trimum, einføldum boðskapum: A) Ver virkin, B) ver saman og C) ver hugbundin. Gransking vísir, at við at vera virkin, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskir, ið gevur meining fyri einstaklingin, kunnu vit styrkja og røkja okkara sálarligu heilsu. Meiri kann lesast um ABC-verkætlanina hjá Fólkaheilsuráðnum á folkaheilsa.fo.

Nú ABC-vika er, so hevur Tvøroyrar Kommuna ymiskt á skránni, fyri at varpa ljós á verkætlanina. Í dag vitjar umboð fyri Tvøroyrar Kommunu, eldrahugnan í Trongisvági og í morgin verður Tvøroyrar Skúli vitjaður. Eftir morgunsangin kl 08:00, fer Bjarni Nygaard, umboð Tvøroyrar Kommunu í ABC-samstarvinum, at greiða næmingunum frá verkætlanini, áðrenn teir fara út at renna. Renningin er eitt gott dømi um tað, at vera virkin, vera saman og vera hugbundin.

Leygardagin bjóðar Tvøroyrar Kommuna til gongutúr við Jákupi Jensen sum frásøgumanni. Viðrar, so byrjar túrurin kl. 14:00 á Tvørábakka, beint við Sjógøtu 69. Gingið verður út eftir Sjógøtu og Tvørávegi og endað verður á Havnarlagnum, við Varðan Pelagic, har kommunan bjóðar frukt og okkurt drekkandi.

Kl. 14:00 skipar rørslufelagið Hvistan, saman við Tvøroyrar Kommunu, fyri “gakk ella renn” tiltaki. Viðrar, verður byrjað við hylin, frammanfyri skrivstovubygningin hjá Varðanum Pelagic. Tiltakið er til øll, ið hava hug til at røra seg og neyðugt er ikki at renna. Til ber eisini at trilla við børnunum ella at súkkla. í 15minuttir verður gingi, súkkla, trilla ella runnið, og tá ið hesir eru farnir, so verður vent við og øll skuldu komi út aftur á Varðan Pelagið um somu tíð . Hetta fyri at náa endamálinum við ABC fyri sálarheilsu, at vera virkin og at vera saman. Kunningartilfar frá Fólkaheilsuráðnum fer at liggja frammi og nakrar ballónir eru eisini til børnini.

Tvøroyrar Kommuna fer komandi árið at skipa fyri fleiri tiltøkum, ið taka atlit til ABC-verkætlanina og fer meiri kunning at koma um hetta.

Ein tøkk skal fara til Rørslufelagið Hvistan og Varðan Pelagic, fyri vælvild í samband við tiltøkini.

Leinkja til fyrsta filmin av fimm, ið Fólkaheilsuráðið hevur framleitt til ABC-vikuna. http://www.folkaheilsa.fo/news-fyrsti+filmur+i+abc+vikuni+er+her.htm 
 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo