UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
25-12-2018

Vitjan umborð á Lómi

Lítlu jólaaftan, sunnudagin 23. desember, vóru virkandi borgarstjórin á Tvøroyri, Anita Vibergsdóttir og havnastjórin á Tvøroyri, Jón Bogi Guttesen, á vitjan umborð á Lómi. Lómur liggur við Tvørákei hesi jólini og vildi Tvøroyrar Kommuna við jólapakkum og góðgæti senda manningini eina heilsu, nú jólini ikki kundu haldast heima. Manningin telur 12 mans og eru teir 5 úr Ruslandi, 3 úr Ukraina, 3 úr Filipsoyggjunum og ein úr Danmark.

Á myndini síggjast frá vinstru, Jón Bogi Guttesen, havnastjóri, Søren Bjarnt, skipari og Anita Vibergsdóttir, virkandi borgarstjóri.
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo