Herfyri umrøddu vit, at tað tóktist sum rákið í fólkatalinum á Tvøroyri spakuliga hevði hug til at ganga rætta vegin, og á teknisku deild á Tvøroyri merkja tey nú eisini til ein øktan áhuga í at útvega sær grundstykki í kommununi. Í løtuni hevur Tvøroyrar Kommuna 11 grundstykkir til sølu í Heiðatrøðini. Hesi liggja sera væl fyri – stutt er til skúla, ítróttarøki, samferðsluhavn og handils. Eisini er útsýnið sera gott.
Prísurin er 265,- fyri fermeturin og er tað íroknað vatn- og kloakkbindingargjald. Tað ber til at biðja um eitt grundstykki, uttan at tað er bindandi. Hetta merkir, at kommunan fyrst spyr tey á bíðalistanum, áðrenn grundstykkið verður selt øðrum. Fara tit inn her http://www.tvk.fo/divsidavo.asp?VOID=3&sid=185&id , sæst kort yvir Heiðatrøðina og eisini ber til at taka niður umsókn um grundstykki á Heiðatrøðini.
Í næstum verður barnagarðurin í Trongisvági liðugt útbygdur og kemur at nøkta tørvin á barnaansingarplássum, ið er í løtuni. Stutt er av heiðatrøðini og inn til barnagarðin. Frá 1. Januar 2019 er skattaprosentið á Tvøroyri 20,90%, 1% minni enn árið frammanundan.
(Mynd: Reidar Simonsen)