UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
07-02-2019

Góða gongdin sæst eisini í skattatølunum

Seinastu vikurnar hava vit umrøtt góðu gongdina í Tvøroyrar Kommunu viðvíkjandi bústaðareftirspurningi og fólkatali. Góða gongdin sæst eisini aftur í skattatølunum fyri januar 2019.

Tvøroyrar Kommuna hevði eina inntøku áljóðandi 4.909.218 kr. í januar 2019, í mun til 4.255.945 kr. í januar 2018. Vøksturin er 653.273 kr, ella heili 15,35 %. Ein munandi vøkstur í inntøkunum, hóast januar var fyrsti mánaði, har skattaprosentið var 20,9%. Kommunan samtykti í fjørð, at skattaprosentið skuldi setast niður úr 21,9%, niður á 20,9%, galdandi frá 1. Januar 2019.

Ein av orsøkunum til, at vøksturin er so stórur, ikki bara á Tvøroyri, er uttan iva tann, at Varðin Pelagic er farið í gongd aftur. Fólk úr allari oynni arbeiða á Varðanum Pelagic. Tað er at gleðast yvir at tað gongur væl og, sum vit áður eisini hava umrøtt í grein, so gevur hetta rásarúm. Barnafrádrátturin í Tvøroyrar Kommunu er tann hægsti í oynni og ímillum teir hægstu í landinum – 7.000 kr., eins og í Porkeris og Fámjins Kommunu. Bert 6 kommunur í Føroyum hava hægri barnafrádrátt enn á Tvøroyri.

Sum heild eru skattatølini fyri allar kommunurnar í oynni sera positiv og í øllum kommunum er vøkstur í inntøkunum, hóast munur er á hvussu stórur vøksturin er.

 

Skattainntøkurnar í kommununum í Suðuroynni í januar 2019, sambært heimasíðuni hjá Taks.


Kommuna20182019munur í kr  munur í %
Hvalbiar1.648.407 1.759.601 111.194  6,75
Tvøroyrar 4.255.945 4.909.218 653.273  15,35
Fámjins 189.557 196.709 7.152 3,77
Hovs 210.577 295.344 84.767 40,25
Porkeris 645.169 769.088 123.919 19,21
Vágs 3.046.891 3.617.641 570.750 18,73
Sumbiar 644.764 927.494 282.730 43,85
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo