Spæliplássið, ið kommunan í fjør samtykti at gera, er nú so smátt byrjað at taka skap. Spæliplássið verður á økinum omanfyri Posta/Bank Nordik bygningin í miðbýnum. Arbeiðsmenn hjá Teknisku Deild hjá Tvøroyrar Kommunu hava í seinastuni hampað undirlagið, har spæliplássið kemur at standa. 400.000 kr vóru settar av í 2018 til spælipláss og í 2019 er 1 millión sett av til spæliplássið.
Spæliplássið liggur frálíka væl fyri miðskeiðis í býnum og fer vónandi at vera til stóra gleði hjá børnunum. Spæliplássið inniheldur ymiskt til bæði stór og smá, eitt nú trampolinar, skreiðibreyt, klatrivegg og mangt annað, ið eisini sæst á viðfestu myndunum. Undirlagið á spæliplássinum er úr gummi og sera gott at ganga/spæla á.
Vit fylgja gongdini og koma við kunning tá stóri dagurin nærkast, at spæliplássið verður tikið í nýtslu.