UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-02-2019

Samansjóðingarkvøld á Seglloftinum

Komandi fríggjakvøld, frá kl. 18:30 verður forkunnugt tiltak á Seglloftinum. Tvøroyrar Kommuna skipar fyri samansjóðingarkvøldi, har ætlanin er, at tilflytarar og lokal fáa høvið til at heilsa uppá hvønn annan og fáa eitt sindur at vita um hvønn annan.

Tvøroyri hevur tilflytarar úr sera nógvum, ymiskum londum og mentanum. Á leið 20 ymisk lond eru umboðaði í kommununi. Fyri uttan norðurlond, so hava vit borgarar úr londum so sum: Bosnia Brasilia, Burma, Filipsoyggjunum, Gana, Hollandi, Jamaika, Jugoslavia, Kenja, Nigeria, Póllandi, Serbia, Stórabretlandi, Suðurafrika, Tailandi, Venesuela og Týsklandi.

At flyta til eitt fjarskotið oyggjaland sum Føroyar, kann sjálvsagt hava sínar avbjóðingar við sær og fríggjakvøldið koma vit at hoyra frá nøkrum teirra, ið hava valt at búseta seg á Tvøroyri. Vit hava m.a. eitt “sofaprát”, ið Jóna Midjord, lærari á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni, skipar fyri. Vit hava her luttakandi gestir úr Tailandi, Filipsoyggjunum og Serbia.

Tónleikaliga innslagið hetta kvøldið, stendur unga Jasmin Mote fyri. Jasmin bleiv ein partur av føroyska tónleikaheiminum í 2017, tá hon og bólkur hennara vunnu tónleikakappingina “Sement”. Hon hevur latið fleiri løg frá hondini síðan tá og mest kend mugu “Remember”, “Baby Blue” og “Make sense” vera. Tónleikurin er annaleiðis og røddin á Jasmin er einastandandi. Jasmin hevur røtur úr Kenya og fer eisini at fortelja okkum okkurt um hennara søgu. Lagið “Baby Blue” kann hoyrast her https://www.youtube.com/watch?v=qNeL1ZSktzY og “make sense” her https://www.youtube.com/watch?v=auqrCYBtIYs .

Eitt annað áhugavert innslag er David Im. David er integrasjónssamskipari á Útlendingastovuni. David hevur sjálvur útlendskar røtur og hevur arbeitt við integrasjón í mong ár. Hann kemur at greiða frá sínum arbeiði og síni bakgrund.

Orathai Wongwai (Eyð) úr Tailandi, bjóðar okkum tailendskar smakkroyndir. Eyð hevur ein brennandi áhuga í matgerð og hevur eisini verið partur av mentanarnáttini á Tvøroyri, har til hevur borið at roynt hennara væl smakkandi mat.

Á kvøldinum ber eisini til at síggja áhugaverdu framsýningina, ið Sally Hentze gjørdi til “Diversity Week” í Tórshavn 2018. Myndir eru av tilflytarum í Tórshavn og undir myndunum er prát við viðkomandi. Tórshavnar Kommuna hevur, sum so mangan, víst vælvilja og hevur lánt Tvøroyrar Kommunu framsýningina. Hoyrið meiri um framsýningina her http://kvf.fo/non?sid=86032&page=9

Kvøldið byrjar, við at forkvinnan í mentanarnevndini hjá Tvøroyrar Kommunu, Súsanna Bertholdsen, bjóðar vælkomin.

Alt tos í mikrofonni verður á enskum, so okkara borgarar, ið ikki duga føroyskt, kunnu skilja tað, ið fer fram. Tó, vónandi koma so nógv tvørafólk sum gjørligt – eisini tey, ið hava føroyskt sum móðursmál.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Citizens get-together at the Seglloftið

On Friday night, from 18:30 you are invited to a special get-together at the Seglloftið. Tvøroyri Municipality is the host, and the aim of the evening is to create an informative forum for locals and newcomers to the city.

The population of the Municipality of Tvøroyri is built up around appr. 20 nations. Apart from the nordic countries(Denmark, Norway, Sweden, Iceland and Greenland) we have citizens from: Bosnia, Brasil, Burma, the Philippines, Ghana, Netherland, Jamaica, Jugoslavia, Kenya, Nigeria, Poland, Serbia, Great Britain, South Africa, Thailand, Venezuela and Germany.

Moving to a remote island-community like the Faroe Islands, can be very challenging, and on Friday we will learn about some of the challenges, our foreign citizens have faced, when they decided to make Tvøroyri their home. We will be having a “sofa-chat”, led by Jóna Midjord, teacher at the High School in Suðuroy. Participants are from Thailand, the Philippines and Serbia.

The musical part of the evening, will be up and coming Jasmin Mote. Jasmin became part of the faroese music.scene in 2017, when she and her band won the Sement music contest in Tórshavn. Since then, she has released several songs, among others “Remember”, “Baby blue” and “Make sense”. The music is different and Jasmins voice is amazing. Jasmin partially originates from Kenya, and she will also tell us bits of her story. The song “Baby blue” can be heard here https://www.youtube.com/watch?v=qNeL1ZSktzY and “Baby blue” here https://www.youtube.com/watch?v=auqrCYBtIYs .

David Im, from the Faroese Integration office, will also be joining us. A foreigner himself, David will tell us about his work and background.

Orathai Wongwai (Eyð) also serves tasty thai-specialties. Eyð has previously been a part of the “Cultural-night” in Tvøroyri, at has a great passion for cooking.

The Municipality of Tórshavn has generously allowed us to show the photo-exhibition, created by Sally Hentze, for the Diversity-week in Tórshavn in 2018. The photos each show a newcomer to Tórshavn, and beneath it there is a readable interview. Sally made an interview with the faroese radio, and it can be heard here: http://kvf.fo/non?sid=86032&page=9

The event begins with a welcome, courtesy of the chairwoman of the cultural comittee of the municipality of Tvøroyri, Súsanna Bertholdsen.

The event will mainly be in english, in an effort to make things understandable for everyone.

The event is free and everyone is very welcome.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo