UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
26-02-2019

125 ár síðan búmerkið hjá TB varð umrøtt á fyrsta sinni.

Heilsan frá Skjalasavninum.

Á Tvøroyrar Skjalasavni legst afturat við tilfari hvønn einasta dag og týdningurin av at fáa býarsøguna savnaða á einum stað, eigur ikki at vera undirmettur.

Vit fingu herfyri hesa síðuna sendandi, ið Kári og Jens Pauli, savnsvørðar, høvdu funnið fram. Í elligomlu TB-gerðabókini, høvdu teir funnið fram til fundarfrásøgn, ið á fyrsta sinni umrøður búmerkið hjá Tvøroyrar Bóltfelag.

Í frágreiðingini, dagfest fyri júst 125 árum síðan, hin 25 februar 1894, stendur: “..”blev besluttet at anskaffe et foreningsmærke i form af et skjold mærket T.B. der ejes af boldklubben..”. Búmerkið bleiv so tað, ið vit øll kenna í dag.

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo