Skúlagarðurin í Trongisvágs skúla er nú vorðin heilt annaleiðis á at líta. Garðurin. Stór og litrík borð prýða nú garðin og eru til mikla gleði fyri børnini í fríkorterinum.
Vit hava fingið hetta skrivið frá Súsonnu Bertholdsen, forkvinnu:
"Skúlin í Trongisvági hevur fingið nýtt innbúgv í “skúlagarðin”. Snotuliga, litfagra innbúgvið riggar væl og fer m.a. at lætta um møguleikarnir hjá lærarunum at skipa fyri øðrvísi undirvísing. Næmingarnir fegnast eisini og tóku nýggja innbúgvið í brúk frá morgunstundini av.
Tað er skúlastýrið, sum saman við skúlagarðsbólkinum, hevur tikið stig til at keypa innbúgvið av árligi játtanini, sum vit fáa hvørt ár frá Tvøroyrar Býráð. Stóra tøkk fyri tað!
Vit ráða sjálvi yvir hesi upphædd.
Vegna skúlastýrið
Súsanna Bertholdsen, forkvinna"