UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
13-03-2019

Staðseting av nýggjum skúla til viðgerðar í kvøld

Tvøroyrar Býráð viðgerð í kvøld staðseting av nýggjum skúla. Í dag húsast Tvøroyrar skúli í tveimum bygningum – einum í miðbýnum á Tvøroyri og einum í Trongisvági. Komið er nú hartil, at býráðið vil taka avgerð um at staseta nýggjan skúla.

Í nógv ár hava skiftandi býráð viðgjørt spurningin um nýggjan skúla. Staðfest er, at nýggjur skúli kann byggjast í Trongisvági, men undanfarna býráð ynskti at kanna møguleikan um verandi skúli á Tvøroyri við um- og nýbygging kundi nýtast til framtíðar skúla. Longu á sumri 2014 fekk kommunan uppskot frá Páll Holm Lave arkitekti, ið varð biðjin um at gera uppgávuna. Tað vísti seg, at tað bar væl til at út- og umbyggja skúlan á Tvøroyri. Uppskotið er lagt fram fyri bæði skúlamyndugleikanum og borgarunum á Tvøroyri.

Undanfarna býráð valdi at raðfesta nýggjan barnagarð fyrst og síðan nýggjan skúla. Nú er man komin hartil, at barnagarðurin verður tikin í nýtslu fyrst í komandi ári, og tí má býráðið nú taka støðu til hvar nýggjur skúli skal staðsetast. Møguleikin er til staðar bæði í Trongisvági og á Tvøroyri.

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo