Spennandi kassabilakapping og MC-Treff á mentanarnáttini 31. mai
Á sera væl umtóktu mentanarnáttini á Tvøroyri verður nú enn eitt spennandi, nýtt tiltak á skránni. Gjørt er av at bjóða inn til suðuroyarmeistaraheitið í kassabilakoyring.
Byggið tykkara egna kassabil og nýtið hugflogið so væl tit nú einaferð kunnu, tí ikki bert tann skjótasti kassabilurin fær steyp – tað ger tann vakrasti eisini! Vinnararnir fáa steyp til ognar.
Treytir fyri at luttaka: Kassabilurin skal vera heimagjørdur og skal kunna stýra og bremsa. Førarin av kassabilinum skal vera í hjálmi og vera millum 7-12 ár.
Tilmeldingarfreistin er sett at vera fríggjadagin 12. Mai kl. 12:00 og fer fram við at ringja til tlf. 214614 ella senda teldupost á bn@tvoroyri.fo.
Innskriving av luttakarum verður á nýggja spæliplássinum aftanfyri Bank Nordik/Posta kl. 15:00 á mentanarnáttini. Kappingin fer av bakkastokki kl. 18:00. Nærri verður kunngjørt um kappingina í næstum.
Eisini verður MC-Treff á økinum við spæliplássið. Vøkru motorsúkklurnar koma úr allari oynni og er tað sera stuttligt at sleppa at síggja, hvussu væl røktar tær eru.