UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
01-04-2019

Spennandi stavikapping á mentanarnáttini

Á mentanarnáttini á Tvøroyri, 31. mai 2019, verður enn eitt nýtt og spennandi tiltak á skránni. Tað er Tvøroyrar Skúli, ið bjóðar øllum 7. Flokkum í oynni at kappast í føroyskari rættstaving. Valt er at kalla tiltakið fyri tað óalmenna Suðuroyarmeistaraheitið í staving. Kappingin ver skipað í fleiri umførum, og føroyskt-kønur dómari verður at halda skil á. Vinnarin fær steyp til ognar í eitt ár, men ætlanin er at tiltakið skal vera afturvendandi á hvørjum ári og tí er ikki vist at steypið endar á sama staði ár um ár.

Kappingin fer av bakkastokki fríggjakvøldið 31. mai og verður í nýumvældu fimleikarhøllini. Fyrst á skránni er forvitnislig dansiframsýning við Dianu J. Hansen og hennara dugnaligu dansarum, ið eru komin suður úr Havnini at vísa okkum hvat tær duga. Eftir tað fer sjálv stavikappingin í gongd og er tað okkara vón, at foreldur, vinfólk og fólk annars, møta upp í stórum tali, fyri at vísa luttakarunum sín stuðul. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo