UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
02-04-2019

Áhugaverdir fyrilestrar á mentanarnáttini

Eins og undanfarin ár, so eru altíð onkrir spennandi fyrilestrar at fara til á mentanarnáttini.

Í søguliga bygninginum hjá T.F. Thomsen, Pakkhús 5 vanliga nevnt, bjóðar Rókur Tummasarson til fyrilestur við heitinum “En klassresa”. Ida Petersson giftist keypmanninum Hans Georg Thomsen, og var mamma at synunum Thomas, Richard og Herluf, og døtrunum Astrid, Ingeborg, Britta og Thurid. Soleiðis verður hon lættast og oftast lýst. Men hvør var svenska kvinnan, sum í 1883 kom einsamøll í land av DFDS damparanum Lauru, og búleikaðist í góð 30 ár Tvøroyri, men helst ongatíð tosaði um sín uppruna? Rókur Tummasarson hugleiðir um lívið hjá langommu síni

Í frálíku fundarhølunum hjá Varðanum Pelagic bjóðar Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Landsskjalsavninum, til áhugaverdan fyrilestur um Føroyar undir kalda krígnum. Kalda Kríggið var eitt hendingarríkt tíðarskeið, tá stórmaktirnar USA og Sovjetsamveldið hvør í sínum lagi kappdubbaðu seg hernaðarliga. Seinastu mongu árini hevur friður valdað á økinum, men nú tykist tað, sum um viðurskiftini kølna aftur. Í fyrlestrinum fer Sámal Tróndur at umrøða hetta og eisini koma inn á hvønn leiklut Føroyar høvdu undir kalda krígnum.

Á Seglloftinum verður tað føroyska málið og V.U. Hammershaimb, ið er á skránni. Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetrinum, fer at hugleiða um Venceslaus Ulricus Hammershaimb, ið av teimum flestu verður mettur sum ein av ættarfædrunum til føroyska skriftmálið. Rakul Skaale Andreasen, MA lesandi, fer at umrøða hugburðir til suðuroyarmál í mun til havnarmál. Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen, lektarar í føroyskum og søgu, og savnsvørðar á Tvøroyrar Skjalasavni, fara m.a. at tosa um nær føroyskt varð viðurkent sum skriftmál í vinnuligum og umsitingarligum høpi. Danskt var í stóran mun nýtt í hesum sambandi, langt upp í seinastu øld. Við m.a. støði í innsavnaðum tilfari á skjalasavninum, fara Kári og Jens Pauli at varpa ljós á, nær rákið broyttist til at vera meira føroyskt.

Í hugnaliga Tarvafjósinum á Hamri, fer Jana Ólavsdóttir at greiða frá serstøku føroysku jarðfrøðini. Jana er jarfrøðingur og vardi hon í 2013 PhD um føroysku undirgrundina, á universitetinum í Keypmannahavn. Føroyska jarðfrøðin er áhugaverd og ikki minst er jarðfrøðin júst í Suðuroynni, heilt sersøk. Við fyrilestrinum fær áhoyrarin innlit í nakað, ið vit vanliga ikki hugsa stórvegis um.

Í høvuðssætinum hjá Strandferðsluni á Sjógøtu 5, er forvitnislig myndaframsýning um søguna hjá stovninum. Her ber til at hoyra Thomas Arabo, fyrrv. strandferðslustjóra, løgtingslim og landsstýrismann, greiða frá myndunum og longu søguni hjá Strandferðsluni. Tað var júst her á Tvøroyri, at skipaður ferðafólkaflutningur millum oyggjarnar byrjaði við fyrsta Smyrli, tá A.S. J. Mortensen Efterfølgere fingu hann heim úr Malmø. Siglingin byrjaði í 1896 og var tað fyrst í 1917 at tað almenna yvirtók raksturin.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo