UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
12-04-2019

Sjúkrahúsið eisini partur av mentanarnáttini 2019

Suðuroyar Sjúkrahús eigur sín sjálvsagda part av gerandisdegnum hjá øllum  okkum suðuroyingum. Onkursvegna koma vit øll, minst einaferð á ævi okkara, á gátt í sjúkrahúsinum.

Tó, so er tað ikki nøkur sjálvfylgja at Sjúkrahúsið luttekur í mentanarligum tiltøkum í nærumhvørvinum. Tað er tí okkum til stóra gleði, at Sjúkrahúsið aftur í ár er partur av mentanarnáttini á Tvøroyri.

Frá kl. 16:00 – 18:00 er fysiurgiska deild karmur um framúr væl umtóktu “bamsuskaðastovuna”. Tiltakið var eisini í fjør og tá var tað so mikið væl umtókt, at starvsfólkini næstan ikki megnaðu at fylgja við. Í ár hava tey kallað eyka manning inn, so at allar neyðars bamsurnar kunnu verða kannaðar og fáa neyðugu viðgerðina. Starvsfólkini gleða seg til at heilsa uppá børnini og vóna at tey fáa ein góðan dag.

Eins og seinastu tvær mentanarnæturnar, so verður eisini møguligt at fara ein túr “handan gerandisdagin” á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Her fært tú møguleikan at síggja Sjúkrahúsið frá einum øðrum sjónarhorni, saman við staðkønum frásøgufólki. Túrurin byrjar við innkoyringina, kl. 20:30 og øll eru hjartaliga vælkomin.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo