UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
10-05-2019

Málningauppboðsøla á mentanarnáttini

Millum mongu spennandi tiltøkini á Mentanarnáttini á Tvøroyri, hin 31. mai, er eisini ein málningauppboðssøla á skránni.

Tað er TB-flogbóltur, ið stendur fyri henni og hava tey fingið eina røð av kendum suðuroyingum at gera ein málning. Málningarnir koma at hanga uppi í vindeygunum hjá NJM, vikuna frammanundan, so fólk fáa høvi at venja seg við tað, ið tey møguliga fáa hug at keypa.

Tey luttakandi eru Ronnie Midjord, Søren Bruhn, Tróndur Enni, Kristin Michelsen, Jóanes Lisberg, Ásmund Nolsøe, Trónd Nolsøe, Teresa Kreutzman, Anita Vibergsdóttir, Súsanna Bertholdsen, Finn Thomsen, Eyðun “Gullokk” Svalbard, Henrik Thomsen, Kim Thomasen, Hans Olaf Johannesen, Bjarni Hammer, Ólavur Bjarkhamar, Poul Ingason, Anita Farstad, Eva Berg, og Filip Simonsen.

Ein ørgrynna av málningum verða sostatt seldir á uppboðssølu á mentanarnáttini. Sølan fer fram á økinum við mentanartjaldið, beint eftir at navnframi Marius Ziska er liðugur við sína tónleikaframførslu.

Uppboðssølan byrjar uml. Kl. 21:45 og kunnu vit vænta eina lívliga og stuttliga uppboðssølu.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo