Summar í Føroyum! Hvat hugsar tú so? Hvat sært tú fyri tær? Hvat er tað allarbesta við føroyska summarinum? Tað grøna grasið? At spæla í ánni? Ljósu kvøldini? Ella okkurt heilt annað?
Tekna føroyska summarið og lat tekningina inn á bókasavnið í Tvøroyrar skúla í seinasta lagi týskvøldið 21. mai kl. 20.00.
Teknikappingin er fyri 2 aldursbólkar: 1.-6. flokk og 7.-10. flokk.
Vinnarin í hvørjum aldursbólki fær eitt gávubræv til bøkur á 500kr, og nummar 2 og 3 fáa eina bók hvør.
Minst til:
Freistin at senda ella lata tekningar inn á bókasavnið er týskvøldið 21. mai kl. 20.00. Tekningin skal vera á einum A4-pappíri. Skriva navn og aldur á hina síðuna á arkinum. Tekningin kann verða framvíst á bókasavninum á Mentanarnáttini 31. mai og eina tíð eftir hetta.
Tveir dugnaligir teknarar, Poul B. Olsen og Rói Einarsson, fara at meta um tekningarnar og finna vinnararnar, ið verða almannakunngjørdir á Mentanarnáttini 31. mai 2019, kl. 18.30. Tróndur Enni spælir nøkur løg til høvið. Opið er á bókasavninum kl. 17.00 – 19.00 hetta kvøldið.