Endaliga skráin fyri søguliga dagin er løgd ogljóðar hon soleiðis:
Seglloftið:
08:00 Tvøroyrar Kommuna bjóðar borgarunum til morgunmat. Rundstykkir, kringla, frukt, kaffi, the og sunkist, til børnini, verður at fáa.
08:00 Morgunsangur. Næmingar úr Tvøroyrar Skúla skipa fyri.
08:30 Einar Larsen hugleiður um sólarmyrkingina í 1954.
Thetis:
08:30 Opið skip umborð á Thetis. Manningin bjóðar kaffi og køkur.
11:00 Livandi tónleikur á pallinum í hangarinum. Eyðun Nolsøe og NoName, ið er eitt orkestur úr Pakkhús 4, fara at undirhalda.
Portrið til Froðbiarnakk:
07:30 Fólk byrja at savnast við portrið til Froðbiarnakk.
08:00 Farið verður til gongu niðan á nakkin. Jákup Jensen verður ferðaleiðari. Latið tykkum í eftir umstøðunum og havið í huga, at tað verður myrkt og at ein lummalykt ella pannulykt kann koma væl við.
09:00 ella har á keið, verður suppa at fáa á toppinum. Suppuna hevur Anna Kirstin frá Seglloftinum, staðið fyri.
Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum ein gevandi dag í morgin og vónar at fólk taka væl ímóti teimum tiltøkum, ið eru í boði.