Í býráðssalinum, á Tvørávegi 37, verður hugnaligt tiltak, ið miðnámsskúlin í Suðuroynni skipar fyri. Tey fara at skipa fyri stuttligari spurnakapping, Miðnáms-quiz, sum tey nevna tað, har øll kunnu vera við.
Næmingarnir fara at hava onkra stutta framløgu av filmi tey hava gjørt og næmingaorkestreið fer at spæla nøkur løg. Tiltakið er frá 16:00 – 18:00 og tónleikurin er á skránni kl. 16:00 og 17:00.
Ert tú ung/ur og umhugsar at fara á miðnámsskúla, so er at halda teg framat, tí næmingarnir og lærarar taka fegnir eitt prát. Ert tú fyrrverandi næmingur, ella hevur tú bert áhuga í tónleiki og práti, so ert tú eisini hjartaliga vælkomin, siga tey á miðnámsskúlanum.