Á hesari síðuni finnur tú alt tilfar í sambandi við húsabygging. Tú kanst skriva teg á bíðilista til grundstykki og søkja um byggiloyvi.
Her eru eisini upplýsingar um bústað.
Her er eitt yvirlit yvir tilboð og møguleikar innan frítíðar- og mentanarlív í kommununi.
Her verður eisini kunnað um, hvussu ítróttahøllin verður útleigað og hvussu tú søkir um loyvi til at selja t.d. pylsur á jóansøku.
Eins og siðvenja er á jóansøku á Tvøroyri, so er ein ørgrynna av tónleiki at hoyra í miðbýnum, har Tvøroyrar Kommuna hevur skipað fyri palli og tjaldi fyri jóansøkugestunum. Eitt av teimum meira forkunnugu tónleikainnsløgunum í ár, er ein live-frumframførsla frá Janus W. Mortensen. Janus hevur røtur her á Tvøroyri og er einamest kendur fyri sonnu landapláguna “Mítt vakra Føroya Land”, ið varð til í samstarvi við Jens Marna Hansen og Norðleif W. Holm. Lagið hevur veruliga vunnið frama millum føroyingar og tí var tað við spenningi at lurtað varð eftir útvarpinum í morgun, tí nú hava teir báðir, Janus og Jens Marni, enn einaferð sett seg saman og hava givið eitt nýtt lag út. Útvarpið var fyrst úti við lagnum, men á jóansøku fáa vit fyrstu live-framførslu! Framúrskarandi lagið, “Eg vil kempa fyr at liva” liggur nú á Youtube og kann hoyrast her https://bit.ly/2MWuKDN Lítil ivi er um, at hetta lagið eisini fer at verða tráðspælt í miðlunum komandi tíðina. Janus fer á pallin í miðbýnum fríggjakvøldið 21. Juni, kl. 22:00 og vit vóna at fólk møta fjølment at hoyra frálíku røddina hjá Janusi.