04-07-2019
Setanarrøðan hjá Agnes M. Mortensen á Jóansøku
Røðan, ið Agnes Mols Mortensen helt, tá hon setti jóansøkuna á Tvøroyri, fríggjakvøldið 21. juni 2019.
Góðu suðringar, góðu tvørafólk, góðu jóansøkugestir, góðu ítróttafólk og góða hornorkestur.
Fyri eina tvørakvinnu í útlegd er tað ein stórur heiður at siga nøkur orð til hesa hátíð, og serliga fløvandi er tað at standa her saman við hornorkestrinum, ið eg havi verið ein partur av, síðan eg var smágenta.
Tað er ikki nøkur sjálvfylgja at Suðuroyggin eigur bæði ítróttafeløg, hornorkestur, sangkór, sjónleikafelag, tónleikabólkar, bátafeløg og aðrar felagskapir. Slíkt virksemi krevur nógva tíð og orku, og ofta eru tað einstakar eldsálir ið halda tað koyrandi, og tað mugu okur minnast til at virðismeta.
Summarið er skotið í gongd, og tann ljósa tíðin er í hæddini. Tað er nú okur skulu løða battaríini og fylla vitamindepotini, fyri at klára okkum ígjøgnum enn ein vetur, ið áðrenn okur vita av, aftur er her. Hetta er kanska ein ið so negativur háttur at byrja eina jóansøkurøðu, men í hesu konstatering liggur eisini boðskapurin um at njóta løtuna.
Jóansøkan er ein av hesum løtum ið skulu njótast.
Jóansøkan er summarhátíðin hjá okum suðringum, og hóast Jóansøkan ikki dregur líka nógv fólk til sín nú, sum hon einaferð gjørdi, so hevur hon enn stóran týdning fyri okkum suðringar, og fyri felagskapin í oynni.
Hetta er hátíðin tá suðringar koma saman, og njóta góð og hugnalig tiltøk. Og hátíðin skapar eisini ein pall fyri lokalsamfelagið at opna dyrnar og bjóða gestum innum.
Eg minnist Jóansøkuna sum ævintýrkenda tá eg var barn her á Tvøroyri. Býurin broytti útsjónd og huglag yvir nátt. Nógv fólk var í býnum og hýrurin var góður.
Og frá mínum ungdómsárum minnist eg tey stuttligu kvøldini, tá jóansøkudansur var í TB húsinum. Tað var ljóst tá okur fóru í dans, og ljóst tá okur fóru flennandi og tvætlandi heim eftir vegnum, tíðliga um morgunin. Hesar løturnar hava havt stóran týdning, og hava gjørt sítt til at ment og styrkt lokala tilknýtið.
Tvøroyri og Suðuroyggin hava altíð verið mítt heim, og tað er framvegis á Tvøroyri eg kenni meg heima. Tað er her eg hevði havt trygg og góð barna- og ungdómsár, her týdningarmikil vinabond eru knýtt, og tað er eisini her mín samleiki fyrst og fremst er mentur.
Tað eru eftir hondini nøkur ár síðan at eg havi havt mín gerandisdag á Tvøroyri. Hvør veit, kanska kemur tann tíðin aftur, men sum lívið er skipað beint nú, so gleðist eg bara um tað deiliga eykaheimið okur hava skapt okkum undir Heygnum, í húsunum hjá Evely og Hildebrand. Eg njóti løtuna, tá eg síggi Smyril fara út eftir fjørðinum, og eg og míni ikki eru við umborð.
5 ára gamla dóttir okkara segði mær ein dagin frá, at hon hevði tosað við ein lítlan drong, ið var og vitjaði í grannahúsinum, har vit búgva í Syðrugøtu. Hon greiddi mær frá at drongurin var úr Suðuroynni, men at hann nú var fluttur til Føroyar, og harvið meinti hon, at hann var fluttur norðureftir.
Útsøgnin lýsir eitt barnsligt lyndi, har tað lættliga kann koma bland í heitini. Men Suðuroyggin er í eini serstøðu, og onkuntíð tykist tað sum at Suðuroyggin er eitt annað land.
Okur hava avbjóðingar her suðuri, ið meginøkið í Føroyum ikki kennir til. Og fólka- og búðskaparvøksturin, ið stórir partar av Føroyum uppliva beint nú, síggjast ikki nakað serligt aftur í Suðuroynni.
Ein av orsøkunum til, at fólk ikki venda aftur til Suðuroynna eftir lokna útbúgving er, at arbeiðsmøguleikarnir eru ov avmarkaðir. Møguleikarnir eru heilt nakrir aðrir um ein búsetir seg í meginøkinum.
Vanlig tankagongd, millum okkum suðringar í útlegd, er at um arbeiðsmøguleikarnir vóru betri í oynni, so fluttu okur suður beinanvegin.
Hetta er skilligt, tí ein skal jú tjena pening og syrgja fyri sær sjálvum og sínum hvønn dag, og hvør vil ikki hava eitt spennandi arbeiðslív.
Men spennandi arbeiðspláss koma ikki av sær sjálvum, onkur má skapa tey, og tað er alneyðugt, at okur sjálvi arbeiða fyri at skapa framburð og virksemi í oynni. Og ikki vænta at onnur gera tað fyri okkum.
Suðuroyggin er fjarskotin, og tað er sjálvandi ein fløskuhálsur at bert kann komast til og frá við skipi. Tá suðuroyartunnilin kemur, er hesin fløskuhálsur burtur, men meðan okur bíða eftir tunnlinum er tað alneyðugt at meira gongd kemur á fólkatilflytnigina og virksemi annars.
Eg haldi meg hóma glottar, og mín kensla er, at framburðsbólturin í Suðuroynni so smátt er farin á rull.
Trivnaðurin tykist vera sera góður, og tað hendir so nógv her suðuri, at ein hevur als ikki stundir til at fáa alt við.
Stundum tykist Tvøroyri sum ein pulserandi metropolur, við caféum og barrum á hvørjum hjørni, og tað at fara út at fáa sær ein drekkamunn, eina bjór, ella okkurt gott til matna, er vorðið púra vanligt millum fólk.
Eg búgvi saman við familju mínari í Syðrugøtu, og tað er eitt øki í landinum, har bilurin verður nógv brúktur, tí alt liggur so spjatt.
Á Tvøroyri njóta okur at hava lætta atgongd til alt. Okur kunnu lata bilin standa, og spáka vestur eftir vegnum, og orna alskyns ørindi. Og undir Heygnum, har húsini hjá okkum á Tvøroyri standa, eru okur so sjáldsama heppin, at okur bara blaka okkum í tuflurnar, og so eru vit á heimsins hugnaligastu café.
Tað er ikki øllum beskorið!
Íløgur verða gjørdar í Suðuroynni. Varðin Pelagic er í gongd aftur og Bakkafrost fer at byggja smoltstøð í Lopra. Hesar íløgur hava avgerandi týdning fyri arbeiðspláss og virksemi í oynni.
Afturat hesum týdningarmiklu íløgunum, virkar tað sum at suðuroyggin eisini er í fer við at menna seg innanifrá. Her er nógv initiativ og her er ein positivur andi. Ting føra ting við sær, og tað sær út til at hol er við at koma á.
Eg má nevna SALT. Tað frálíka mentanarhús við so óendaligum møguleikum, ið øll oyggin kann savnast um.
Suðuroya Sjónleikafelag er sprottið úr umhvørvinum í SALT og hetta initiativið hevur rakt eitt turt stað, tí atgongumerkini verða skrædd vekk, hvørja ferð sjónleikur er.
Og minnast tit hvussu ævintýrligt tað var at uppliva Annisette og Savage Rose? Og tað hendi í SALT á TVØROYRI.
Ítróttarháskúlin má eisini nevnast, sum eitt dømi uppá eitt frálíkt og nýskapandi initiativ, ið hevur stóran týdning fyri tey ungu fólkini ið ganga har, og góðar ringvirkningar í lokalumhvørvinum. Skúlin hevur so avgjørt sett Vág og Suðuroynna á føroyakortið, og kanska eisini eitt sindur á heimskortið.
Eftirskúlin er nú eisini komin, og hjartaliga tillukku við tí! Eg gleði meg at fylgja gongdini, og vónandi síggja hendan skúlan mennast og blóma.
Saman við beiggja mínum, Mortani, eigi eg smápartafelagi TARI. Og sum navnið sigur, so framleiða og virka okur tara. Í felagnum síggja vit áhugaverdar møguleikar í Suðuroynni, og ætlanin er, um loyvini verða givin okkum frá landsins mynduleikum, at flyta ein part av okkara virksemi suður. Okur hava kannað møguleikar fyri samstarvi við Tvøroyrar kommunu og Fámjins kommunu og bæði støðini hava okur møtt stórari vælvild. Eg vil nýta hetta høvi til at takka fyri álitið, og eg vóni, at okur í framtíðini kunnu geva okkara íkast til at økja um virksemi í Suðuroynni.
Tað er ein sannroynd at heimurin stendur yvirfyri ógvusligum avbjóðingum við veðurlagsbroytingum og umhvørvisdálking. Hetta eru heimsumfatandi trupulleikar av somikið stórum dimensjónum, at máttloysi lættliga kann kennast.
Umfatandi broytingar í okkara livihátti skulu til, áðrenn okur kunnu broyta gongdini, og skiftið frá fossilum brennievni til varandi orkukeldir er ein fortreyt fyri at gongdin við veðurlagsbroytingum kann vendast.
Men allur bati bøtur. Og hvør einstakur av okkum hevur eina ábyrgd at royna tað okur kunnu fyri at minka um árinini á umhvørvið, og serligan týdning hevur tað at læra okkara børn at fara væl um.
Í dag hevur skúlaungdómur úr Tvøroyrar Skúla borið vakurt prýddar innkeypsposar, úr vistfrøðiligari bummull, út til øll húsarhald í kommununi.
Hetta er eitt frálíkt umhvørvis átak, ið næmingarnir hava staðið fyri, og tað sigur mær so mikið sum, at hesi ungu fólkini hava góðar lærarar rundan um seg, og at Tvøroyrar Kommuna er sína uppgávu búgvin tá hon uttan hóvasták stuðlar slíkum initiativum.
Tara felagið hjá okkum hevur eisini fingið eina stórfingna endurnýtslugávu frá næmingum og lærarum úr Tvøroyrar Skúla. Flot og boyur, ið hesi røsku fólkini hava savnað saman í Trongisvágsbotni, sleppa okur at nýta í okkara alivirksemi. Og tað takka okur fyri!
Løturnar skulu njótast, og meðan okur gera tað, mugu okur gera okkara besta fyri at menna okkara vøkru oyggj burðardygt og umhvørvisvinarligt.
Eg ynski eina sterka Suðuroyggj, ið megnar at standa saman sum ein sterk eind. Tað er í lagi at okur ikki megna at samstarva um eitt felags fótbóltslið beint nú, og tað er eisini í fínasta lagi at okur ikki eru ein kommuna. Men okur eru ikki sterkari enn veikasta liðið, og eg eri vís í, at eitt skipa samstarv yvir kommunumørk í oynni, hevði ment og styrt okkum munandi, og tað hevði so givið okkum meira pondus, tá okur sum útjaðari kempa fyri betri sømdum frá landsmynduleikunum.
Við vón um eina bjarta framtíð í heimsins vakrastu oyggj, fari eg at ynskja tykkum øllum eina góða og hugnaliga Jóansøku á Tvøroyri.