Leygardagin fer enn eitt stórt tiltak av bakkastokki í stásiligu Saltsiloini á Drelnesi. Eldrafeløgini í landinum hava sett hvørjum øðrum stevnu, nú tað verður skipað fyri árliga eldradegnum.
Landsfelag Pensjonista og lokalu feløgini, hava í felag staðið fyri stóra tiltakinum. Fyrireikararnir vænta yvir 300 luttakarar til tilkatið. Arbeitt hevur verið miðvíst í longri tíð og millum annað hevur nógv verið lagt fyri, fyri at útvega stuðar tilltakið, ið sjálvandi krevur eina ávísa fígging.
Skráin er rúgvismikil: Lagt verður til brots tá Smyril leggur at landi kl 09:00 og hildið verður á, til hann fer norður aftur. Tónleikur, røður, skemt og góður matur verður m.a. á skránni.
Tvøroyrar Kommuna ynskir luttakarum og fyriskiparum ein góðan eldradag.