Leygardagin 4. Apríl, varð skipað fyri gongutúri í miðbýnum á Tvøroyri. Chris Jan Michelsen var frásøgumaður hendan dagin og kom hann sera væl frá uppgávuni.
Tað var heldur gráligt á himmalhválvinum og eitt fitt lot, tá fólk byrjaðu at savnast við gomlu Doktarahúsini. Tá av tódnaði, løgdu 30 fólk til brots niðan gjøgnum Valarabrekkuna, har fyrsti støðgurin var framman fyri Fylking, ið sum flestum kunnugt, er elsta arbeiðarafelag í Føroyum.
Leiðin gekk síðan niðan til húsini hjá “Bakka Siggu”, ið hon varð nevnd. Húsini eru á stødd við eini sera lítil summarhús. Hóast tað, so bar tað til hjá 15-16 fólkum at liva saman har.
Sólin hevði nú hug til at kaga fram og tað merktist eisini á hitanum. Chris Jan greiddi eisini frá tí søguliga um havnarlagið á Tvøroyri, um økið undir heygnum og endaði við einari stuttari frágreiðing um Doktarahúsini.
Túraluttakarnir blivu allir bodnir inn á gólv í Doktarahúsunum, sum Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnuhavn í dag rekur. Goymslan hjá savninum telur eina ørgrynnu av spennandi, søguligum lutum og var tað sera áhugavert at sleppa at síggja hesar.
Tvøroyrar Kommuna vil takka Chris Jan fyri, at hann vildi átaka sær at greiða frá á túrinum.
Vit fara at skipa fyri fleiri gongutúrum í næstum og lýst verður við tí á heimasíðuni hjá kommununi www.tvk.fo og á Facebook-síðuni hjá kommununi.