Einki ansingargjald í Tvøroyrar kommunu fyri apríl mánað
Tvøroyrar býráð hevur einmælt samtykt á býráðsfundi ónskvøldið 29. apríl, at onki ansingargjald verður innheinta fyri barnaansingina í Tvøroyrar kommunu fyri apríl mánað, orsakað av Corona Covit-19 tilmælinum frá landsins myndugleikum.
Á tíðindafundi 14. mars, heittu landsins myndugleikar á foreldur um at hava børnini heima við hús og boðaðu samstundis kommununum frá, at dagstovnar skulu verða stongdir, fyri at fyribyrgja smittu av Corona Covit-19 virus. Tvøroyrar kommuna avgjørdi sjálvsagt at fylgja hesum tilmælið. Tó avgjørdi Tvøroyrar kommuna, at barnagarðurin var opin fyri neyðansing fyri børn, hvørs foreldur røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur, og sum ikki hevði møguleika at hava børnini heima.
Barnaansingin var sostatt mest sum stongd í 4 vikur frá mánadegnum 16. mars til 3 páskadag týsdagin 14. Apríl, tá landsins myndugleikar tóku avgerðir um, at lata landið varisliga upp aftur.