UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
07-05-2020

Úrslitið av navnakappingini til Mýrifípuna

Nýggj nøvn til barnagarðin "Mýrifípan" í Trongisvági.

Tvøroyrar kommuna skipaði fyri tíð síðani eina navnakapping til barnagarðin Mýrifípuna í Trongisvági, nú nýggjur stásiligur barnagarður er bygdur afturat gamla barnagarðinum. Avgjørt var, at gomlu nøvnini á stovunum blivu útskift við nýggj nøvn, fyri at hava samanhang á øllum stovninum.

Ein navnabólkur var settur at velja millum innkomnu uppskotini. Nógv góð uppskot vóru innkomin at velja ímillum. Okkurt teirra er ikki valt á hesum sinni, og fleiri uppskot gingið aftur og vóru eins. Tí var neyðugt við lutakasti fyri at finna vinnara uppskotini.

Navnabólkurin hevur gjørt av at:

  • Barnagarðurin framhaldandi verður nevndur: Mýrifípan
  • Útibarnagarðurin verður nevndur: Tjaldursstova
  • Frítíðarskúlin: Sóljan

 Stovurnar og gongin í barnagarðinum vera nevndar:

  • Gangurin, ið bindur gamla og nýggja barnagarðin saman: Ósin
  • Vøggustovurnar: Títlingastova og Spurvastova.
  • Barnagarðsstovurnar: Blákolla, Akkuleya, Smæra og Summardái

Øll nøvnini hava sín uppruna úr vakra náttúruøkinum har barnagarðurin er staðsettur. Ósin við endan av ánni, sum ringir seg um allan stovnin og bindur hann saman sum eina eind, eins og Stórá, ið rennur oman á sandin.

Gongur tú ein túr niðan frá ósanum, og fram við Stórá, vestur til plantaguna, síggjast nógvar vakrar blómur. Mýrifípa, blákolla, akkuleya, smæra, summardái og sólja v.m., eins og friðsælur fuglasangur hoyrist frá m.a. tjaldri, títlingi og spurvi.

Avgerðin at broyta navni á útibarnagarðurin til Tjaldursstova, er ímyndin av tjaldrinum sum flytifuglur verpur síni egg, og væl ansar sínar ungar, eins og børnini vaksa og mennast í Mýrifípuni. Har uppihalda tey seg í útibarnagarðinum áðrenn tey veitra ansingini farvæl og flyta í skúlan. Og avgerðin at broyta navni á frítíðarskúlanum til Sóljan, skal síggjast í myndini, at børnini standa í besta blóma, tá tey byrja í frítíðarskúlanum, og eru opin eins og sóljan at læra alt tað nýggja, sum lívið og skúlin hevur at bjóða teimum.

Eisini er sóljan okkara tjóðarplanta eins og tjaldrið okar tjóðarfuglur.

Vinnara uppskotini til navnakappingina eiga: 
  • Títlingastova: Jens Rói Sørensen.
  • Spurvastova: Turið í Dali.
  • Blákolla: Rósa Thomsen.
  • Akkuleya: Rannvá Johannesen.
  • Summardái: Malan Christiansen.
  • Tjaldursstova: Óli Nielsen.

 

  

 Tvøroyrar Kommuna

 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo