UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
03-08-2020

Reglugerð fyri hundar

Tað er soleiðis, at í Føroyum er løgtingslóg galdandi fyri at hava hund.  “Løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar” -Meira kunning: -her-

Lógin ásetur m.a. at: 
§ 3. Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði. Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær. Gongur hundur leysur uttan leiðara, sum hevur fult ræði á honum, tekur løgreglan hann upp og boðar tí frá, sum hundin eigur.

Hundar skulu vera væl vandir og ikki til ampa fyri onnur.
Í Føroyum er tað eisini lógarkrav, at allir hundaeigarar tekna ábyrgartryggja fyri sínar hundar. Tann, ið ansar hundinum, hevur ábyrgdina av skaðum, hundurin kann koma at gera. Hundur er eitt sosialt djóraslag, og eigur tí ikki at vera einsamallur heima í meira enn 8 tímar um dagin. Og ein vaksin hundur hevur tørv á at ganga túr í minst ein ½ tíma tvær ferðir um dagin. Sera umráðandi er at gera sær greitt, at tá hundur flytir inn til eina barnafamilju, mugu bæði børn og hundur læra, hvat er loyvt og ikki er loyvt. Mælt verður frá at smábørn og hundar eru einsamøll saman. Tað er altíð tey vaksnu og ikki børnini, ið eiga ábyrgdina av húsdjórum. 

Tann, sum hevur hund, skal ansa eftir, at hundurin hevur helsi og spjaldur við ánarans navni og bústaði frá tí, hundurin er 4 mánaðir gamal.

Upptøka av leysgangangandi djórum, íroknað hundar o.a.
Tvøroyrar Býráð hevur gjørt samstarvsavtalu við løgregluna um upptøku av leysgangandi djórum í kommununi, og aktingarmaðurin er settur. Um leysgangandi djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 35 14 48. Løgreglan setir seg síðani í samband við aktingarmannin, sum tekur djórið upp og setir tað í varðveitslu. Áðrenn djór verður útflýggjað ánaranum, verður kravt gjald fyri upptøku og vistarhald av djórinum; gjaldið er ásett av Føroya Landfúta.

Hevur eigarin ikki loyst djórið móti at rinda kostnaðin, verður djórið avhendað ella avlívað.  Meira kunning:  -her-

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo