Nú korona aftur er staðfest í Føroyum, er neyðugt at seta
øll tiltøk í verk til tess at fyribyrgja og minka um vandan fyri útbreiðslu av
koronasmittu. Og við tað, at starvsfólk hjá Tvøroyrar kommuna røkja týðandi
størv og uppgávur, er tað alneyðugt at tryggja, at tænastuveitingarnar til
borgarar ikki verður darva av korona.
Tí er avgjørt at heitta á øll starvsfólk, sum starvast hjá Tvøroyrar kommunu um at lata seg kanna fyri korona í inniverandi viku –í seinasta lagið tórsdagin 13. aug.-, soleiðis at greitt er komandi mánadag hvussu støðan er.
Støðan broytist skjótt, og tí er tað av stórum týdningi, at øll fylgja støðuni tætt og eftirmeta so hvørt støðan broytist. Heitt verður á øll starvsfólk um at fylgja við á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu og á sosialu miðlunum hjá kommununi, har øll kunning verður løgd so hvørt sum støðan broytist.
Samstundis verður enn einaferð heitt á øll um at fylgja tilmælinum frá heilsumyndugleikum við m.a. handreinføri og halda frástøðu.
Kristin Michelsen