Tvøroyrar kommuna hevur gjørt av, at barnagarðurin Mýrifípan og frítíðarskúlin lata varliga uppaftur frá mánadegnum 17.august.
Coronaráðgevingin hevur gjørt eina vegleiðing til foreldur, sum hava børn á stovni. Fylgir tú ráðunum, kanst tú vera við til at minka um smittuvandan.
Tá ið tað ber til, skalt tú ikki fara inn í bygningin á stovninum, men siga farvæl við barnið í garðinum uttan fyri dyrnar.
Støðan broytist skjótt, og tí er tað av stórum týdningi at vit øll fylgja støðuni tætt og eftirmeta so hvørt støðan broytist. Heitt verður á allar borgarar um at fylgja við á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu og á sosialu miðlunum hjá kommununi, har øll kunning verður løgd so hvørt sum støðan broytist.
Upplýsast skal eisini, at øll starvsfólk hjá Tvøroyrar kommunu eru kanna fyri korona, og ongi tekin eru um korona sjúku hjá starvsfólkum á dagstovnaøkinum hjá Tvøroyrar kommunu.