Tvøroyrar kommuna lýsir eina tíðaravmarkaða ferðslubroyting fyri økið við Ítróttarhøllina, skúlan,og vøllin við Stórá, sum verður galdandi so leingið sum korona kanningarnar fara fram á parkeringsøkinum sunnan fyri Ítróttarhøllina.
Heitt verður á fólk um ikki at parkera bilar á parkeringsøkið sunnan fyri Ítróttarhøllina, sum verður skipa til bilrøðir og parkering til korona kanningarmiðstøðina.
Starvsfólkið í barnagarðinum og í skúlanum vera biðin um at "langtíðar" parkera vestast á parkerings-økinum vestan fyri skúlan. Og foreldur at børnum í barnagarðinum vera eisini biðin um at "stutttíðar" parkera á parkerings-økinum vestan fyri skúlan.