UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
25-08-2020

Býráðsfundur 28. august kl. 16:00

Fríggjadagin 28. august 2020 kl. 16:00, verður almennur býráðsfundur í býráðssalinum á Tvørávegi 37. 
 
Skrá: (upplatin fundur)

  1. Samanbering av skatti juli 2020/2019
  2. Korona dagføringar
  3. IRF -Fundarfrágreiðing
Skrá: (afturlatin fundur)

  1. SALT val av nýggjum nevndarlimi, og tilmæli frá Tvøroyrar kommunu um víðkan av nevndini fyri Saltsilogrunnin
  2. Eftirgeving av kommunuskatti 
  3. Mýrifípan -varaleiðari

 

Heitt verður á øll um at fylgja almennu tilmælini um fyribyrgjan av Koronasmittu.

  • Mælt verður til, at fólk halda hóskandi frástøðu (1-2 metrar), tá ferðast verður í almenna rúminum.
  • Mælt verður framhaldandi til at halda frástøðu á tveir metrar, har smittuvandin er størri, eitt nú við dropasmittu, ella har serlig atlit eiga at verða tikin.
  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
  • Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

 

 

 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo